140x140

Paraben

Paraben er ein bólkur av kemiskum evnum, sum millum annað verða brúkt sum haldevni í smyrsli og krops- og andlitsrøkt til børn og vaksin.

 

Orsakað av illgruna um at paraben hava hormonórógvandi eginleikar, er óvissa um nýtslu av summum parabenum.

Vísindaráðið fyri brúksvørur hjá ES (SCCP), sum verður roknað fyri at vera millum fremstu serfrøðingar innan smyrsl, hevur gjørt metingar um paraben, og er komið fram til, at metylparaben og etylparaben eru trygg at nýta sum haldevni í smyrsli í teimum mongdum, sum vera loyvdar í slíkum vørum.

SCCP hevur umbiðið fleiri kanningar av hinum parabenunum (propylparaben, isopropylparaben, butylparaben og isobutylparaben), áðrenn nøkur niðurstøða verður tikin um vandan av teimum.

Norska vísindaráðið fyri matvørutrygd/VKM) almannakunngjørdi í 2006 eina meting um vandan av paraben. Úrslitið varð ta sama.

Hesi paraben vera mett at vera trygg:

  • Metylparaben
  • Ethylparaben

Hesi paraben eru til metingar hjá SCCP:  

  • Propylparaben 
  • Isopropylparaben 
  • Butylparaben
  • Isobutylparaben

Áðrenn metingin  av vandanum av omanfyri nevndu parabenum er liðugtgjørd, kanst tú sum brúkari sjálv/ur velja, um tú vilt brúka smyrsl og líknandi vørur, sum innihalda hesi evni, við at hyggja í vørulýsingina. Les meira um smyrsl og røktarvørur her.

 

 

Les hvat onnur skriva

 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo

 

Paraben